Teoriskeið til persónbil og hýruvogn 2021:
Byrja verður 19 januar 2021 kl. 16.00 í Runavík (fult teknað, men man kann koma á bíðilista)
Byrja verður 9. mars 2021, kl. 16.00 í Runavík, Skúlin við Løkin. Fá pláss eftur
Endurtøka: eftur avtalu, ring 225 225
RF-skeið (rúsdrekka og ferðsla) eftur avtalu,
Eg havi eisini ein skúlavogn við automatiskum gearum.
ring ella send sms til 225 225 ella teldupost: akskulin@gmail.com og tit fáa svar uppá spurningar.
Møguleiki er at keypa gávukort við at ringja, skriva ella inni á www.koyr.fo og velja Eysturoy
At taka koyrikort er ein spurningur um álit, tí er tað av størsta týdningi, at velja ein koyrilærara, tú hevur fult álit á.
Teori undirvísingin er í Runavík og á Skála.
Ring 225 225 um tit hava spurningar.
Les meira
Minstakrav til undirvísingina til koyrikort til persónbil ( Bólk B ) er 29 tímar í ástøði ( teori ) og 22 tímar koyring.
Byrjast kann 3 mánar áðrenn ein fyllur 18 ár, og ástøðisroyndin kann vera gjørd í fyrsta lagi 1 mána áðrenn ein fyllur 18.
Fyri at fara til verkligu royndina, skal ein hava fylt 18 ár.
Aftaná 1. august 2013 skula næmingar sum takað koyrikort á fyrsta sinnið eisini hava ferðslutengt 1. hjálparskeið, og er hettar eisini galdandi fyri tey sum endurnýggja vinnuligt koyrikort. Vit koma at skipa fyri slíkum skeiðum, í samstarvi við aðrar veitarar.
1. hjálparskeiði skal ikki vera eldri enn eitt ár, sostatt kann tað takast í góðari tíð.
Tilmelda: Tlf. 225 225, ring ella sms,a ella teldupost til: akskulin@gmail.com
Koyrikort til motorsúkklu verður víst til aðrar koyrilærarar
Fyri at kunna taka koyrikort til vinnuligan fólkflutning ( Bv ) skal persónur hava fylt 21 ár og hava koyrt bil javnan í minst eitt ár.